DesignKnit

Treytir við keyp, sendan av vøru og endurgjald

Keyp:

Vøran skal gjaldast við keyp og/ella bíleggjan.

Útflyggjan:

Veljast kann í millum at heinta vøruna í handilinum í Sørvági, ella at fáa vøruna senda.

Heintan:

Vøran skal heintast í handilinum í Sørvági. Kundin fær boð tá vøran er klár at heinta. Við heintan skal bíleggingarváttan vísast.
Adressan er: Húsadalsvegur 27, 380 Sørvágur.

Sending:

Posta er veitarin vit senda við. Kostnaður fyri sending innanoyggja er 55kr. Vit senda ókeypis við keyp yvir 500kr. Allar vørur vera sendar við Tracking.
Leveringstíðin er 1-3 arbeiðsdagar. Tó kunnu heilidagar, feriur ella annað seinka levering, fyrivarni verður tikið fyri tí. 
Vørurnar vera sendar fyrsta arbeiðsdag eftir bílegging. 

Umbýting og endurgjald:

Vørur kunnu býtast um, uttan kostnað, innan 14 dagar frá keypsdato. Vøran skal vera óbrúkt, og í sama standi hon var keypsdagin. Serframleiddar vørur og Uppskriftir kunnu ikki býtast um og vera ikki endurgoldnar. Um eitt hvørt er galið við serframleiddu vøruni, ella tú heldur teg hava rætt til at býta um eftir freistin er farin, verður tú biðin um at kontakta No27DesignKnit á no27designknit@gmail.com, so taka vit støðu til hettar.

Gávubræv:

Gávubrøv kunnu vera send á email sum ein PDF fíl, sum skal takast niður. Fysisk gávubrøv kunnu vera send við Posta, um hettar er ynskt.
Gávubrøv vera ikki endurgoldin og kunnu ikki býtast um við reiðan pening.

Kærur:

Um tú ert óeinig/ur við treytirnar ella vil kæra eina avgerð um endurgjald ella umbýting kann hettar sendast til no27designknit@gmail.com